Nervarnir tyngdu

Lættin var øgiligur hjá Kyndils-spælarunum eftir dystin móti Tjaldri mikukvøldið. Og at sigurin bara gjørdist eitt mál, løgdu tær nú ikki tað stóra í.

- Vit eru í finaluni. Tað er tað, sum telur. Og so er líkamikið, hvussu stórur munurin var í hálvfinaluni, helt Barbara Egilstrøð.

Men at nervarnir vóru um reppið at spæla teimum eitt puss, mátti Barbara tó ásanna.

- Eg haldi, at vit allar vóru ræðuliga nervøsar fyrstu løtuna. Og vit gjørdu eitt hav av tekniskum feilum. Men eg haldi kortini, at vit komu okkum spakuliga yvir hetta. Og sjálvt um tær vóru á odda næstan allan fyrra hálvleik, so fingu vit okkara spæla at koyra.

Eftir steðgin var talan næstan um nýtt lið. Hvat var tað, sum broytti dystin somikið nógv hjá tykkum.

- Vit fingu eit tlítið skeld frá venjarunum, og so tosaðu vit annars um tað, sum vit skuldu betra. Vit skuldu fáa ferðina upp, so tær ikki megnaðu at fylgja við. Og tá tað eydnaðist, var eingin ivi um, hvat betra liðið var.

- Men vit taka tað nokk dekan ov róligt, tá vit komu hasi níggju málini framum. Og tað mundi eisini kosta. Men sum sagt, so er tað altso eingin, sum um tann partin, tá vit standa í finaluni.

-mørk