Borðtennis
Hóast føroyska borðtennislandsliðið ikki longur telur sterkar profilar, sum hava fingið sína uppaling í donskum borðtennisumhvørvi, so eru heiðursmerki á oyggjaleikunum í ferð við at gerast ein realistisk vón.
Í øllum førum var tað í gjár so sera nær við, at føroyska liðið vann kanska týdningarmesta dystin í bólkaspælinum.
Saman við Grønlandi er eingin ivi um, at Føroyar stríðast um plássið sum nummar tvey í bólki B, men eftir harðan dyst máttu okkara ásanna, at tey gjørdust akkurát ov stutt.
Og tað var kanska fyrst og fremst í tvímansleikinum, at tað kiksaði.
Hjá kvinnunum spældu Henrietta Nielsen og Rakul Mikkjalsdóttir ein sera góðan dyst móti grønlendska parinum. Men hóast hesar í longum løtum vórðu trýstar í botn, so endaði alt við einum greiðum 3-0 sigri til Grønland.
Rakul og Henrietta høvdu annars tveir settbóltar í fyrsta settinum, og í tí triðja høvdu tær tríggjar av slagnum. Men tær grønlendsku megnaðu hvørja ferð at svara aftur, og so dugdu tær at taka møguleikan, tá hesin beyðst.
Og sum so var søgan tann sama við blandaða tvímansleikinum, har Rakul saman við Ragnari Egilsson vardi føroysku litirnar.
Fyrsta settið vann okkara par greitt, men hóast tey í triðja settinum løgdu út við at koma upp á 7-1, so megnaðu tey ikki at gera arbeiðið liðugt.
Undan hesum hevði Rói Agnarsson annars styrkt um føroysku vónina við at vinna á sterkasta grønlendska spælaranum, men hetta varð at kalla til fánýtis, tá tað akkurát ikki gekk í tvímansleikunum.
Føroyska vónin er nú, at Isle of Man megnar at basa Grønlandi, og tað er hesum, sum tað nú verður farið eftir í føroysku leguni.










