Tað var 19 ára gamli havnardrongurin Rúni Nólsøe, ið gjørdist ?sigursharri? hjá dreingjunum: ? Eg gjørdist eitt sindur bilsin, tá eg vann. Men tað var bara stuttligt, at tað bleiv soleiðis.? Sigur Rúni smílandi. Spurdur, hvussu tað bar til, at hann var komin uppí kappingina, sigur hann: ?Tað er nakað síðani, at eg meldaði meg til. Tað var soleiðis, at eg kom í holt við fyrireikararnar ein dagin, og tað endaði so við, at eg bleiv ein av luttakarunum. Men eg fyrireikaði meg tó ikki uppá nakran máta, hóast eg hevði rímiliga góða tíð.? Spurdur, um hann hevði nervar áðrenn kappingina, sigur hann: ?Eg hugsaði als einki um tað og var púra avslappaður áðrenn kappingina, men tá eg trein á pallin fyrstu ferð, tá merktist tað í búkinum. Men tað var eingin trupulleiki hóast alt.?
Rúni sigur seg ikki hava nakrar beinleiðis ætlanir um at arbeiða víðari við hesum og møguliga royna seg uttanlanda: ?Kemur tað rætta tilboðið fer ein sjálvandi at umhugsa tað, men fyribils havi eg ætlanir at fara undir útbúgving næsta ár.? Rúni sigur eisini, at vinmenn og onnur bara hava verið positiv og hildið tað verið spennandi, at hann hevur luttikið. ?Tað hevur heilt vist verið eitt stuttligt upplivilsi at verið við, og eg angri als ikki, at eg meldaði meg til? sigur Rúni at enda og smílist til teirra, ið ynskja honum tillukku.










