Nervakríggið er byrjað

Rafael Benitez og Alex Ferguson eru farnir í holt við obligatoriska nervakríggið, sum Sir Alex mest sum altíð er partur av

Fótbóltur

 

Skotski venjarin hjá Manchester United er mest sum heimskendur fyri síni »Mind games« móti øðrum venjarum. Kanska við 1996 sum besta døminum, tá hann fekk táverandi Newcastle-venjaran, Kevin Keegan, í øðini fyri opnum skíggja.

Í løtuni er Liverpool oddalið í Premier League, og tað var eisini Liverpool-venjarin, sum var tann fyrri at byrja nervakríggið hesaferð.

- Alex Ferguson sleppur alt ov lætt við at finnast at dómarunum. Hann átti at fingið fleiri leikbann fyri síni karaktermorð. Nú finst hann eisini at, hvussu skráin er løgd. Kanska vildi tað rættasta verið, at dystarskráin varð sett saman á skrivstovuni hjá Alex Ferguson, segði Rafael Benitez millum annað fríggjadagin í farnu viku.

Og eftir málleysa javnleikin hjá Liverpool móti Stoke fekk Benitez eisini stuðul frá Jamie Carragher.

- Hetta er nakað, sum hevur nervað Rafa í eina tíð. Og kanska er tað nakað um tað. Tað er jú vanligt, at folk siga, at tey stóru liðini fáa fyrimun, segði Carragher.

Sjálvur tóktist Alex Ferguson tó ikki at vera serliga samdur við teimum báðum.

- Hatta var eitt óndsinnað álop, og eg veit ikki, hvar hann hevur fingið hatta hugskotið. Hanne r sjónliga forstýraður av onkrum. Og tá hann hugsar seg um, sær hann helst, hvussu býttisligt hatta er, sigur Alex Ferguson.

Hvussu er og ikki, so er eingin ivi um, at hetta neyvan er seinasti parturin av orðadráttinum millum Ferguson og Benitz, nú vit skriva 2009.