Tað er beteinkiligt, at Javnaðarflokkurin einki hevur gjørt fyri at minka um og skerja tann alt ov stóru almennu umsitingina. Eingin hevur sum Javnaðarflokkurin funnist at Finn Norman Christensen-bygnaðinum hjá Edmundi Joensen. Javnaðarflokkurin sleit samgonguna í 1996 upp á júst hetta málið. Men hvat hevur flokkurin gjørt síðani? Hann hevur nørt um somu almennu umsiting, sum nú telur helvtina so mong aðalráð, sum Finn Norman Christensen mælti til.
Og Thomas Arabo reisir eisini spurningin, hví Javnaðarflokkurin friðar hesa alt ov stóru almennu umsiting. Hví kanaliserar Javnaðarflokkurin ikki nakrar milliónir frá almennu umsitingini til eitt nú heimahjálp, sjúkrarøkt og skúlaverkið? Hví kann Javnaðarflokkurin ikki verða fremsti garanturin fyri, at vit hava eina almenna umsiting, sum er so lítil og so smidlig, sum hon yvirhøvur kann vera?
Ein annar trupulleiki hjá Javnaðarflokkinum er øvundsjúkuskatturin. Hetta gav at bíta, nú eykaskattur varð lagdur á dugnaligar fyritøkur í fiski- og alivinnuni við páskoti um, at vit nú hava fingið tilfeingisskatt. Tað er í fínasta ordan við einum tilfeingisskatti, men gerið tað so ordiligt, og latið vera við í óðum verkum at koma við eini skipan, sum hartar dugnalig vinnuvirki, meðan tey ódugnaligu sleppa undan.
Formaður Javnaðarfloksins er so fokuseraður upp á DIS’arar, sum sleppa ov lætt. Í staðin fyri at leggjast eftir slíkum bólkum, prógvið so heldur, at sosialdemokratiskur politikkur kann tryggja vælferðina. Men prógvið so eisini, at tað kann gerast uttan at leggja vinnuni fótonglar. Ein skilagóður vælferðarpolitikkur kann bara tryggjast, um vinnan fær góðar, tryggar og álítandi karmar at virka undir. Tað kann ongantíð verða eitt sosialdemokratiskt mál at kvala tað sunna vinnulívið, tí so kvala tit eisini vælferðina.
Thomas Arabo hevur púra rætt, tá hann sigur, at flokkurin nýtir ov nógva orku upp á fjant og fjas - eins og andstøðan, sum er ov fokuserað upp á at taka burtur blokkstuðulin uttan at seta nakað alternativ í staðin - og sum eisini vil nøra eina bólgnaða almenna umsiting, sum vit ikki hava ráð at gjalda. Har er eingin realitetssansur heldur – tíverri.
Okkum tørvar skynsamar politikarar, sum bæði kunnu tryggja vælferðina og skilja tørvin hjá vinnuni. Øvundsjúka og nationalisma hevur tíverri fastatøkur í føroyskum politikki.