Nerta ikki spæliloyvið

Aganevndin hjá FSF hevur nú endaliga staðfest, at nevndin ikki hevur heimild at taka málið um spæliloyvið hjá Christiani Restorff Mouritsen upp til nýggja viðgerð

Fótbóltur

 

B36 boðar á heimasíðu sínari frá, at felagið nú hevur fingið endaliga úrskurðin frá Aganevndini í málinum um Christian Restorff Mouritsen.

Spælarin spældi ólógliga við, tá B36 tann 26. juli spældi í Runavík, men tann dystin tapti B36 kortini 3-0, og tí verður ikki gjørt nakað við tað úrslitið.

Um flytingina av spæliloyvinum sigur Aganenvdin, at at tað stendur greitt, at mál um flyting av spæliloyvum ikki kunnu leggjast fyri aganevndina, og harafturat er einki at leggja afturat tí viðgerð, sum er farin fram í kappingarnevndini, og at starvsnevndin onga viðmerking hevur.

Tí ger Aganevndin ikki meira við hetta málið, sum nú eftir øllum at døma er endaliga avgreitt.

Við ikki at taka málið upp til viðgerð, hevur Aganevndin altso heldur ikki tikið støðu til trætumálið, sum hevur merkt føroyskan fótbólt síðani beint eftir ólavsøku. Tí er spurningurin, um KÍ fer at royna at fáa málið flutt til ítróttardómstólin í Lausanne, sum er evsti myndugleiki innan fótbóltsheimin. Enn hevur einki mál úr Føroyum verið á vitjan hjá dómstólinum.