Nerta ikki lønarskattin

- Tilfeingisgjald, niðurlaga sjómannafrádráttin, CO2-avgjøld og annað. Tað eru nøkur av tingunum, hyggjast skal eftir. Lønarskattin nerta vit ikki, lovar Jóannes Eidesgaard. Hallið á Fíggjarlógini skal vekk, og nú karmarnir fyri komandi fíggjarlóg skulu ásetast áðrenn mánaðin er úti, er ideologiska gjógvin millum flokkarnar í samgongunu veruliga komin til sjóndar, serliga millum Fólkaflokkin og Javnarðarflokkin.

Fyrradagin meldaði Fólkaflokkurin út, at tað skal eingin eyka rokning sendast út til hvørki privatpersónar, vinnulívið ella nakran annan fyri tað.

Í gjár segði Jóannes Eidesgaard í tíðindunum á Rás2, at tað eru boð, sum koma úr Fólkaflokkinum, at Javnaðarflokkurin vil hækka skattir og senda rokningar út til borgarar.

- Nei, tvørturímóti. Vit halda, eins og Búskaparráðið, at lønarskatturin í Føroyum er ivaleysa høgur, og at tann skrúvan ikki skal táttast meira. Men, fyri at útvega tær neyðugu inntøkurnar, er tá neyðugt at hugsa alternativt og kreativt, og finna útav, um tað eru aðrar inntøkukeldur, sum landskassin kann gera brúk av. Tað er eisini tað, sum Búskaparráðið sigur, at mann skal breiðka grundarlagið.

Jóannes Eidesgaard ásannar, at tað heldur ikki er undirtøka fyri at áseta ognarskatt, sum er eitt banniorð í føroyskum politikki.

- Men hinvegin er ætlanin at hyggja at tilfeingisgjaldi, at hyggja at einari niðurlaging av sjómannafrádráttinum, at hyggja eftir møguleikunum at breiðka um CO2-avgjøld, ístaðin fyri at bara hava tað avmarkaða oljuavgjaldið, sum vit hava í dag. Tað eru nøkur av teimum tingunum, sum vit hava uppi at venda, pluss eina røð av øðrum tingum, sigur Jóannes Eidesgaard.