Hvussu ofta søgdu antin eg ella Goya-Petur hesi orðini, tá ið vit skiltust seinnapartin nýttársaftan eftir at hava sitið og fyrireikað okkum til nýttársveitsluna um kvøldið?? Jú, í eini 30 ár á rað arbeiddu vit saman um at gera undirhald til fyrst og fremst nýttársveitslurnar, men seinni komu so klubbaveitslurnar, ikki minst veðragildini, og so eisini eina rúgvu av tiltøkum til frama fyri Vágs bóltfelag. Har er vert at nevna tað tiltikna VB-4, har vit vóru við til at savna nógvan pening inn til frama fyri VB-húsið. Tey seinnu árini hevur Arnfinn Thomasen eisini verið við okkum.
Tá ið V-4 hjá útvarpinum fyrstu ferð fór út um Havnina, komu teir suður til Vágs. Hetta var í 72. Niels Petur var sjálvandi klárur við einum tátti:
“Okur eiga nú V-4
Okur hava onga neyð
Og um onnur oss forstýra
So skal Hermann teppa tey!”
Hermann var sjálvandi Hermann Jacobsen sáli, sum jú var primus motor tá við V-4 sendingunum. - Hetta var byrjanin til, at Niels Petur fór at yrkja til hesar sendingar. Nógvir av tættum hansara vóru reinar perlur. T.d. “Prinsessan á Skarvatanga!” - um bretska trolaran “Scottish Princess” ið fór á land á Skarvatanga í februar 1977 og gjørdist vrak. Og so ikki minst tátturin um “Cockrow” - risaskipið ið fór á land á Tvørafirði í januar 1984.
Í yrkingarsavninum “Smátúgvur!” eru einir 90 tættir og sangir. Hetta er sjálvandi bert ein partur av øllum Niels P. hevur yrkt, men hetta vísir tó hvussu fjølbroyttur hann er. Her eru skemtiligar yrkingar, sálmatýðingar, ítróttarkvøður, bygdasangir og mergjaðar fosturlandsyrkingar sum t.d. hetta ørindi úr yrkingini um Vágseiðið:
“Grovligt skorið út úr landi
Vakurt vorðið ,sum av gandi
Stendur stint, tá brimið brýtur
Sum ein skansi fyri Vág,
móti østa havi lítur
Vágseið - føgur sjón at sjá.”
?
Hatta var so bert fyrsta ørindi, men tú kanst lesa restina Í yrkingarsavninum “Smátúgvur!”
Tá ið eg kom at arbeiða í Útvarpi Føroya burturav í tvey ár, var eg fyrst og fremst í Barnaútvarpinum. Eg varð tó eisini settur at gera ymiskar undirhaldssendingar leygarkvøld. - Nógvar av hesum sendingum vóru beinleiðis sendingar úr útvarpshøllini t.d. tá ið útvarpið ella V-4 høvdu rundan føðingardag, føstulávint o. s.fr. Sendingarnar vóru oftast settar saman av smáum leikum, tónleiki og so ikki minst aktuellum tættum. Og har hevði eg hvørja einastu ferð eitt gott og trygt mið. Tað var at ringja suður til Vágs til mín góða vin NePtuN. Og tað svitaðist ikki. Beint áðrenn deadline lógu oftani tveir spildurnýggir tættir í fax-bakkanum.
Góði Niels Petur, hjartaliga vælkomin millum okkum yvir 65. Tillukku við degnum og takk fyri so ótrúliga mangar og góðar løtur saman øll hesi árini og ikki minst eina vón um nógvar ríkar løtur framyvir. “Enn rillar hellan á Gaddi!!” - er gamalt orðafelli í Vági. Enn trýstir tú á búkin, og enn klári eg at trýsta okkurt burtur úr guitarinum.
Vit øll her norðuri ynskja tær og tínum ein góðan dag!
Lat meg enda við einum ørindi úr frálíku yrking tíni “Heimbygdin”, sum sigur so nógv:
Dýrdarløtur á hásummardegi
Fast í sál mína hava seg rist,
Sólin veitti tær fløva og megi
Fjøll og líðir ein perla av list.
Fuglur sang í lofti kátur,
Merkt av lívsmóti kendist hansar´ flog,
Og av ungfólki smittandi látur,
Sum av gleði og trivnaði bar boð.
RoMBi
?
?