Danski rocktónleikurin røkkur tó væl og virðiliga til Føroya. Í 2005 spældi bólkurin á G! Festivalinum í Gøtu, og í januar 2006 var bólkurin so kosin til besta útlendska bólk á Planet Awards.
Nephew hevur í 2006 verið meira virkin í studio enn á palli, og nýggj fløga kom í heyst frá bólkinum. Hetta fløgan hevur veruliga kynt undir einum enn størri báli, tí Nephew eru populerari enn nakrantíð áður.
Útgávan Interkom Kom Ind hevur selt væl, og fyrsta stakfløgan av útgávuni hevur verið nummar eitt í Danmark og í Føroyum – sangurin Igen og Igen &.
Nephew hevur eisini verið ein bólkur, sum hevur vunnið nógvar virðislønir fyri sín tónleik, og aftur í ár er bólkurin í uppskoti til fleiri slíkar. Nephew er innstillað til tríggjar Zulu-virðislønir og tvær av Steppeulve-virðislønunum.
Næsta ár verður eitt stórt live-ár hjá Nephew, og bólkurin kemur aftur til Føroya at spæla og verður at hoyra á G! Festivalinum í juli.










