Ein av fremstu tónleikabólkum í Danmark veitir nú sín stuðul til verkætlanina at savna pengar til eitt føroyskt Fountain House.
Nephew verður við á stuðulskonsertini, ið føroyingar skipa fyri á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn 16. februar.
Ein av stigtakarunum, Hergeir Staksberg, ber á síni facebook-síðu hesa heilsan frá Simon Kvamm, oddamanni í Nephew:
"Nephew og jeg personligt har meget tætte bånd til Færøerne. Min farfar var færing (deraf Kvamm) og Nephew har spillet nogle af vores mest mindeværdige koncerter på den lille strand til G! Festival i Gøtu. En scene vi delte med en række færøske musikere, blandt andre Rasmus Rasmussen. At netop han i efteråret valgte at tage sit eget liv pga manglende psykiatrisk behandling efter den ubehagelige hatecrime, han var udsat for i 2006, gør os voldsomt kede af det. Og det giver os en fornemmelse af, at de gode folk bag Fountain House Føroyar har gang i noget rigtigt. Og derfor kigger vi forbi Nordatlantens Brygge 16/2, når vi er færdige med vores koncert på Forbrændingen i Albertslund - Simon Kvamm
Talan er um eitt tað størsta navnið í Danmark, Nephew, sum hevur lovað at hyggja framvið, tá teir eru lidnir at spæla í Albertsund og at seta ferð á veitsluna við nøkrum løgum.
Sambært stigtakarunum eru nú hesi nøvn við á stuðulskonsertini: Nephew, Annika Hoydal, Simon Von Konoy, Tóroddur Poulsen, Marius og Steso.