Á heimasíðuni Gfestival.com skrivar G!, at Nephew spælir á Gøtusandi hóskvøldið 19. juli 2007. Bólkurin varð av lesarum hjá Sosialinum valdur at vera ársins bólkur 2005 og liggur í løtuni ovast á 15 teimum bestu við lagnum Ingen & Igen &. Eisini í Danmark er áhugin fyri Nephew stórur. Á stóra tónleikabrakinum Zulu Awards 07 er bólkurin í uppskotið til 3 heiðurslønir: Ársins danska album, ársins danska hitt og ársins danski sangari.










