MTV hevur á hvørjum ári eina storfingna heiðurslønahandan. Nógvar heiðurslønir verða latnar, m.a. besti nýggi kvinnuligi- og mannligi sangari, besti bólkur, besta fløga o.s.fr. Hetta er eitt stórt show, og bert at vera innstillaður er ein stórur heiður.
Síðani MTV eisini fekk støðir í Norðurlondum, hava heiðurslønir eisini verið lætnar fyri besta danska, norska og svenska bólk.
Og í ár hava Nephew so heiðurin av at vera millum tríggjar teir bestu donsku bólkarnar. Hinir donsku bólkarnir eru Dune og Volbeat.
Nephew hevur fingið nógv rós fyri seinastu fløguna “Intercom kom ind”, sum eisini var ein av best seldu fløgunum í Danmark. Endurinnspælingin av “The Way I Are” hjá Timbaland, sum eisini hittaði her heima í Føroyum alt summar, hevur veruliga givið bólkinum vind í seglini.
Nú er so størsti heiðurin, nevniliga ein heiðursløn frá MTV, í skotmála. Akvøtt verður á netinum, og um tú hevur hug at gera tína atkvøðu galdandi, kanst tú fara inn á ema.mtv.dk/voteNow - /bedste-danske-kunstner/ og atkvøða.
Tú kanst greiða atkvøðu heilar 10 ferðir um tíman, so tað er bert at seta urið.