Fyrsta heiðursslønin á Planet Awards varð latin til besta útlendska bólk. Bólkarnir, sum vóru tilnevndir, vóru Beth Hart, Johnny DeLuxe, Red Hot Chili Peppers, Nephew og Wolfmother.
Og vinnarin í ár gjørdist tann sami, sum vann í fjør – nevniliga Nephew úr Danmark.
Nephew við fjórðings gøtumanninum Simon Kvam á odda hava rættiliga havt vind í seglunum seinastu árini. Hóskvøldið vann bólkurin tvær Zulu-virðislønir í Danmark, og í kvøld tóku teir aftur eina føroyska virðisløn heim við sær.
Nephew spældi á G! Festivalinum í 2005, og teir skulu aftur spæla í Gøtu í summar. Dómsnevnd við fimm fólkum hevur gjørt tilnevningar til Planet Awards og hevur verið við at gjørt av, hvør skal vinna. Tey fimm fólkini í dómsnevndini eru Fróði Løkságarð, Jónhild Nielsen, Malan Eyðunsdóttir, Niels Uni Dam, og Sólarn Solmunde. Dómsnevndin handaði fyrstu heiðurlønina, og av tí, at tað ikki lá fyri hjá Nephew at luttaka, fekk Sólarn Solmune planetina at bera, skilmanni sínum Simon Kvamm.










