Nephew.dk umrøður Planet Awards

Á heimasíðuni hjá Nephew siga tey frá, at Nephew er í uppskoti til Planet Awards fyri besta útlendska bólk. Vevstjórin peikar á, at bólkurin er í uppskoti til Planetina í bólki saman við nøvnum sum Madonnu og James Blunt.


Í samrøðu við Sosialin leygardagin segði Nephew sangarin Simon Kvamm, at slíkt bara kundi henda í Føroyum, og at hann helt tað vera ordiliga stórt. Simon Kvamm luttekur sjálvur á Planet Awards, har hann handar eina planet.