Nenad Stankovic til TB

Uppflytararnir úr TB, sum í løtuni liggja á 7. plássi í Effodeildini, hava styrkt sær um hópin við Nenad Stankovic. Hesum boðar felagið frá á heimasíðu sínari í kvøld. 34 ára gamli miðvallarin nærkast 200 dystum í bestu føroysku deildini, har hann síðani 2004 hevur umboðað Skála, NSÍ, B68, Víking og KÍ.

 

Fyrstu helvtina av verandi kappingarári er fyrsta tíðarskeiðið tey átta árini, hann hevur spælt her, at hann ikki hevur verið knýttur at nøkrum liði. Nú er tað so greitt, at hann í seinnu hálvu skal spæla fyri TB, har hann fær fleiri landsmenn sum liðfelagar. Ivan Stojkovic, Dimitrije Jankovic, Bojan Timic og Igor Grkajac eru í leikarahópinum, meðan Milan Kuljic er venjari.