Nenad Stankovic skiftir til KÍ

33 ára gamli serbiski miðvallarin hevur seinastu árini verið millum mest eyðsýndu leikararnar í føroyskum kappingini.

 

Nú skulu Stankovic og klaksvíkingar, sum júst hava flutt upp í bestu deildina, royna at varðveita sætið í Vodafonedeildini.

 

Sáttmálan er galdandi fyri kappingarárið 2011.

 

Nenad Stankovic kom til Føroya og Skála undan kappingarbyrjan í 2004. Í 2007 og 2008 spældi hann við NSÍ, í fjør spældi hann við B68, og seinastu mánaðirnar hevur hann verið knýttur at hópinum hjá Víkingi.