Nenad Stankovic skiftir til grannarnar

Nenad Stankovic skal í komandi kappingarári spæla við B68. Tað skrivar heimasíðan hjá toftamonnum.

Serbiski miðvallarin kom til Føroya í 2005, tá hann umboðaði Skála. Saman við venjaranum Johan Nielsen skifti hann til NSÍ í 2007, har hann átti ein høvuðsleiklut í føroyameistaraheitinum hjá runavíkinum. Hann var sama árið valdur sum ársins leikari í føroyskum fótbólti.

Nú skal Nenad Stankovic royna seg hjá grannunum á Toftum, har hann helst skal loysa av Jann Inga Petersen, sum fyrr í vetur gjørdi avtalu við júst NSÍ.