Nenad Faric var ikki sørt óheppin í dystinum ímóti KÍ í gjár. Innan góðar hálvan tíma fekk hann tvey gul kort, sum kanska bæði kunnu diskuterast.Fyrst fekk Nenad gult kort fyri at stilla seg fyri, tá KÍ skuldi taka eitt skjótt fríspark á miðjum vølli. Dómarin bríkslaði fyri frísparki, sum hann so av misgáum gav til ÍF. Hann rættaði mistakið, peikaði hinvegin, og so royndi KÍ at senda skjótt í gongd. Nenad setti fótin fyri, og tað fekk hann gula kortið fyri, hóast dómarin kanska kundi havt steðga spælinum, so ÍF fekk møguleika at verja fyri frísparki, heldur enn at skula taka eitt fríspark. Seinna gula kortið fekk Nenad, tí dómarin helt, at hann royndi at filma seg til eitt brotsspark, tá KÍ-verjuspælari fór niður í glíðandi takling í egnum brotsteigi.










