Nenad gevst á Toftum

B68 skrivar á heimasíðu sínari, at felagið og spælarin ikki kundu koma ásamt um treytirnar fyri nýggjum sáttmála, og at partarnir tí eru samdir um at steðga samstarvinum.

Nenad Stankovic hevur í Føroyum spælt við Skála, NSÍ og B68. Við NSÍ var hann í 2007 við til at vinna FM-heitið, eins og hann sum fyrsti útlendingur yvirhøvur varð kosin ársins spælari í føroyskum fótbólti hetta árið.