Nemus, ikki grenja, góði!

Hann er landskendur sum fótbóltsdómari. Í Havn er hann ímyndin av ølklubbanum Mimir. Men hvat heldur Nemus Napoleon Djurhuus um full fólk, ómøguligar fótbóltsspælarar, um at verða sligin og um at skeinkja øl og brennivín fyri fólki. Vit fóru á vitjan, og Nemus setti seg í sín stól og svaraði okkara spurningum.

- Hetta er mín stólur. Her skal eingin annar sita.

Hann setur seg flennandi í lenistólin í horninum í stovuni. Frammanfyri sær hevur hann ein skammil við einari bláari pútu, og á borðinum undir liðini á sær hevur hann alla neyðsynjarútgerð – sigarettir, øskubikar, fjarstýring, brillueskju og eina Sisu.

Vit eru heima hjá Nemus Napoleon Djurhuus í Dr. Jacobsens gøtu mitt í Havnini.

Nemus er kendur kring landið sum fótbóltsdómari í meira enn 30 ár. Hann var fyrsti føroyingurin, sum dømdi ein altjóða a-landsdyst í fótbólti, og í Havn kenna tey hann sum barrvørðin í ølklubbanum Mimir, har hann hevur arbeitt í meira enn 20 ár.

Nemus er Nemus, og hann torir at standa við sínar meiningar.

- Eg haldi, at erligheit røkkur longst, hóast mann kann fáa problemir av tí. Tá tú vanliga ert erligur og sigur sum er, so kanst tú onkuntíð sleppa við einari hvítari lygn og siga, at okkurt er pent, sum tú heldur er ljótt, sigur Nemus – og so er forherðaða smílið beinanvegin har.

Honum dámar einki politikarar, sum royna at sleppa sum lættast fram við øllum trupulleikum.

- Eg havi lítla virðing fyri teimum, sum altíð royna at sigla ímillum skerini. Við hvørt mást tú renna á land, sigur hann.


Dómaratroyggja sum lårkort

Nemus byrjaði at døma fótbóltsdystir tíðliga í sjeytiárunum, og longu í 1974 dømdi hann sín fyrsta landsdyst. Hann átti eingi dómaraklæði, men varð settur at døma Føroyar-Hetland í Gundadali.

- Eg mátti læna dómarabúna frá Dánjal Jákup Thomsen, sum var ein stórur hvalbingur, og dómaratroyggjuna kundi eg brúka sum lårkort, sigur Nemus.

Nemus var fyrsti føroyski fótbóltsdómarin, sum dømdi ein altjóða skrásettan a-landsdyst. Tað var í 1993, tá ið Luksemborg og Ísland spældu. Samanlagt dømdi hann einar 30 altjóða dystir, áðrenn hann gavst.

- Einaferð tá ið eg dømdi ein UEFA-dyst hjá Royal Antwerpen, var eg interviewaður av einum sjónvarpsliði aftaná, og tá spurdu teir meg, hvat eg gjørdi. Eg spurdi hinar, um eg skuldi siga, at eg rak eina smugkro ella var timburmaður. Eg segði, at eg var timburmaður, og teir flentu, so teir næstan ikki fingu luft.

Gud viti, hvussu tað hevði verið, um hann fortaldi teimum um Mimir.


Stongdi seg inni

Her heima dømdi Nemus óteljandi dystir í bestu deildini, og hann var í nógv ár roknaður sum besti dómarin í landinum. Og hóast ein og hvør dómari kann enda í rokaligum støðum, so hevur Nemus fá keðilig minni frá fótbóltdystum.

- So at siga altíð kundi mann taka í hondina á hvørjum øðrum eftir dystin. Eg havi bara einaferð upplivað ein dyst, har tað var so nógv rok, at vit máttu steingja okkum inni í dómararúminum eftir dystin fyri at fáa frið. Og bara einaferð upplivdi eg, at onkur ringdi til mín og segði, at um eg vísti meg aftur á einum ávísum plássi, so skuldi eg fáa tað, sigur Nemus.

- Tað var spennandi at døma, og eg gjørdi tað ikki fyri pengarnar. Tá vit byrjaðu at døma, fingu vit 150 krónur fyri hvønn dyst, og tá ið eg gavst, vóru upphæddin komin upp á 300 krónur. Hevði eg ikki hildið tað verið stuttligt, so hevði eg ikki hildið áfram í so langa tíð.

Nemus gavst at døma í 1995, men síðani hevur hann verið virkin sum eygleiðari av dómarum, og synir hansara, Ríkin og Ransin, eru blivnir dómarar.

- Dømingin liggur eftir øllum at døma í blóðinum, og nú hevði eg viljað, at vit tríggir dømdu ein dyst saman, sigur Nemus.


Tolin og lurtar

Í Havn er Nemus ikki minst kendur sum barrvørðurog leiðari í ølklubbanum Mimir, og har hevur hann brúkt nógva tíð seinastu 23 árini. Nemus gjørdist nevndarlimur í Mimir í 1976, og 10 ár seinni fór hann at starvast í klubbanum. Og har er hann framvegis at finna sum dagligur leiðari.

- Tað hevur verið stuttligt og gevandi at arbeitt í Mimir. Eg havi brúkt mínar dómararoyndir í Mimir, og eg havi brúkt mínar royndir frá Mimir í dómarayrkinum. Tað, sum kann brúkast í báðum støðum, er, at tú skalt verða tolin og lurta, tá ið fólk eru ill og vilja skelda teg. Tú kanst loysa nógvar støður við bara at lurta. Eg havi sjálvandi øst meg onkuntíð, men eg havi lært, at fólk kunnu sissast við at lurta eftir teimum, sigur Nemus.

- Øll hesi árini í Mimir eri eg bara sligin tvær ferðir, so tað haldi eg er væl sloppið. Fyri tað mesta eru gestirnir í Mimir fitt fólk, sum duga at drekka, men tað eru av og á fólk, sum ikki duga sær hógv.


Kona mín skilur meg ikki

Nemus Napoleon hevur í nógv ár staðið aftan fyri barrdiskin í Mimir og skonkt sterkan løg til fólk, og hann veit, hvussu fólk bera seg at, tá ið tey fáa rúsdrekka niðurum.

- Tey flestu blíva í góðum lag, onkur blívur óreinur, og so eru tað onkur, sum vilja berjast – fjúsið blívur stutt, og tað virkar, sum allar undirlutakenslurnar skulu út í einum, sigur hann.

- Men ein vandi við at selja rúsdrekka til fólk er, at tey blíva full.

Og sum eitthvørt annað stað í náttarlívinum, hevur Mimir sín karantenulista, har fólk, ið hava skapað sær ov nógv, verða sett á.

- Snórurin er langur, áðrenn tú verður skrivaður á karantenulistan, men um tú ikki aktar boðini frá barrvørðinum, so er tað neyðugt við hvørt at tveita fólk út og geva teimum karantenu í eina tíð, sigur Nemus.

Barrvørðar hitta fólk í øllum aldri, í góðum og minni góðum lagi, við ymiskum promillum og við fjølbroyttum meiningum og tankum. Og tað hevur ongantíð verið nakað, sum hevur forskrekt Nemus.

- Sum barrvørður kemur tú at kenna menniskjað og menniskjalyndið. Tú sært, hvussu fólk reagera í ymiskum støðum, og tolir mann ikki menniskju, so skal mann halda seg burtur frá at verða barrvørður. Summi fólk vilja snakka, men tann klassiska søgan við, at “kona mín skilir meg ikki” er ikki til. Tað er sjáldan, at fólk tosa persónligt við barrvørðin.


Tímir ikki at angra

Nemus er ein býarmynd í Havn, og honum dámar væl at verða millum lívlig fólk. Men tað eru eisini løtur, har hann bara vil hava frið – í egnari verð við stongdari hurð.

- Tað er gott at fáa ein tíma ella hálvan annan fyri seg sjálvan hvønn dag. Eg havi arbeitt nógv um kvøldarnar, so um dagin, tá ið eg havi verið einsamallur heima, havi eg sett meg í stólin hjá mær og slappa av. Stongt hurðina, verið fyri meg sjálvan, kanska lurta eftir tónleiki og givið mær góða tíð til at lesa bløðini. Uttan hesar løturnar hvønn dag hevði tað tað als ikki borið til.

Nemus hevur upplivað mangt og hvat í sínum lívi, men hann hugsar ikki nógv um tað, sum hann kanska ikki hevur upplivað ella angrar í sínum lívi.

- Tá mann skal sita og hugsa, hvat mann angrar við lívinum, so kann tað ikki verða heilt galið. Eg havi lættari við at hugsa um tað góða, sum eg havi upplivað. Ferðir, famija, børn og annað. Eg havi grenjað fyri meg, men nú sigi eg bara “Nemus, ikki grenja, góði!”

- Fyri nøkrum árum síðani hugsaði eg, at eg hevði viljað roynt at arbeitt í Danmark sum handverkari, og tað gjørdi eg í eina tíð. Tað var langt úti á bølandinum, og eg hevði einar 20 kilometrar til nærmastu barr, sigur hann flennandi.

- Eg tími ikki at brúka tíð upp á at hugsa um, hvat eg kundi gjørt øðrvísi ella ikki gjørt.

Men hvørjar eginleikar hjá fólki dámar Nemus?

- Eg gangi høgt upp í, at ein maður er ein maður. Gert tú eina avtalu við fólk, heldur tú hana. Og gert tú eina tænastu fyri onkran, er tað vert eina tænastu afturfyri.

- Mær dámar ikki fólk, sum ganga runt við slatri aftanfyri ryggin á tær. Mann skal heldur kalla ein spaka fyri ein spaka – tað er nógv betri, sigur hann.


***


Fakta Nemus


Navn: Nemus Napoleon Djurhuus

Aldur: 54 ár

Starv: Dagligur leiðari í Mimir

Familja: Giftur við Rúnu Mortensen. Tey eiga fýra synir og eina dóttir

Bústaður: Tórshavn