Á aðalfundinum í dag legði Nema fram ársroknskapin fyri 2015, ið vísir eitt yvirskot á 529.000 krónur eftir skatt. Úrslitið er 6,3 milliónur krónur betri enn árið fyri. Fyri 2016 verður eisini roknað við yvirskoti.
- Hetta hevur verið ein drúgv ferð, har nógvar broytingar hava verið gjørdar gjøgnum árini, og starvsfólk hava gjørt eitt gott arbeiði fyri at rætta kósina, sigur Júst í Túni Vang, stjóri á Nema.
- Vit eru ómetaliga glað fyri, at gongdin er vend, og vit ætla framvegis at vera við í kappingini, so at kundar okkara fáa dygdarvørur og tænastur á hægsta stigi, sigur hann.
Fyrr í hesum mánaðinum bleiv deildin Software Solutions seld, men Nema mennir og selur framvegis føroysku og vælkendu skipanirnar Lundin, Løn og Klokka.
Við broytingunum seinasta árið, har partar av fyritøkuni eru seldir, líkist Nema eini samanrenning av upprunaligu fyritøkunum, ið vórðu lagdar saman í 2007. Fyritøkan veitir eitt breitt úrval av vørum, tænastum og skipanum innan KT, kopi- og prentloysnir, innbúgv, skrivstovulutir, umframt omanfyri nevndu skipanirnar, sum eru mentar í Føroyum og til føroyska marknaðin.