Nema sær útbúgving innan avvenjing

Trý av starvsfólkunum á Viðgerðarstovninum Frælsi á Eiði fara í næstum til Danmarkar at nema sær útbúgving innan rúsevna- og rúsdrekkaviðgerð

Trý av starvsfólkunum á Viðgerðarstovninum Frælsi á Eiði fara í næstum til Danmarkar at nema sær útbúgving innan rúsevna- og rúsdrekkaviðgerð.

 

Talan erum Svannu Jákupsdóttir, sum er sálarfrøðingur á stovninum, Eyðfinn Joensen, sum er pedagogur og Árnmar Mellemgaard, sum er dagligur leiðari á stovninum.

 

Útbúgvingin fer fram á góðkendum stovni innan rúsevnaviðgerð í Århus í Danmark.

 

Martin Kúrberg, leiðari á Viðgerðarstovninum Frælsi, sigur í stuttari viðmerking, at tað verða nú sett góðskukrøv til stovnin fyri at hann skal kunna virka.

 

– Tað eri eg sera glaður fyri. Eg havi sjálvur verið 30 ferðir í viðgerð, so tað kenni eg væl til, sigur hann.

 

– Vit mangla nógvar slíkar ráðgevar í Føroyum, og tí er neyðugt at útbúgva fólk til endamálið, leggur hann afturat.