Nema kann veita bíligastu áskoðaraplássini

Nema hevði lægsta tilboðið upp á at veita flytilig áskoðarapláss til høllina á Hálsi. Í gjár vórðu tilboðini um at veita flytilig áskoðarapláss til Høllina á Hálsi latin upp. Fýra tilboð komu inn. Feløgini bjóða seg at veita áskoðaraplássini fyri millum góðar hálva sættu milliónir krónur og knappar sjey milliónir krónur. Tilboðið frá Nema ljóðaði upp á 5.536.024 krónur.

 

Áhugin fyri at íðka í hallunum í Tórshavnar kommunu er stórur, og tí verður Høllin á Hálsi bygd út í løtuni, so ein fullur hondbóltsvøllur kemur aftrat verandi høll til tess at skapa ítróttini betri karmar og møguleikar fyri at menna virksemið hjá ítróttafeløgum í kommununi. Partur av arbeiðinum at víðka um høllina er flytiligu áskoðaraplássini, sum fara at økja um møguleikarnar í dagførdu høllini. 

 

Ætlanin var, at høllin skuldi vera klár at taka í nýtslu tá kappingarárið í hondbólti byrjaði, men enn er nakað á mál.

 

Allir áhugaðir veitarar vórðu bodnir til ástaðarvitjan mánadagin 18. september, og í gjár vórðu tilboðini so latin upp. Hesi tilboð komu inn:

Unisport, Eikin: kr 6.965.436

Inventartænastan: kr 5.600.000 (alternativ boð: kr 5.320.000)

Laiderz: kr 5.876.841

Nema: kr 5.536.024

 

Tórshavnar kommuna fer nú ígjøgnum tilboðini. Síðani verður málið fyrireikað til politiska viðgerð.