Nema FM skotið í gongd

Borðtennis: Rakul Mikkjalsdóttir og Henriella Nielsen settu gongd í Nema FM við at vinna ein sannførandi sigur. Nema FM bleiv skotið í gongd kl. 9.30 í morgun. Í tvímansleiki

hjá kvinnum møttu Rakul Mikkjalsdóttir og Henrietta Nielsen, Lív Øster og Vár

Holm. Rakul og Henrietta vunnu sannførandi 3-0 (11-9, 11-7, 11-7).

 

Rakul og Henrietta møtast seinni í finaluni hjá kvinnum. Hesin

dystur verður vístur beinleiðis í KVF kl. 14.15. Hesar báðar møttust eisini í

finaluni í Kvinnuunglingum í gjár. Dysturin var javnur, men endin var tann at

Rakul vann dystin 3-2 í settum.