Í einum parlagi hendir ofta,at vætin turkar út, og sjónvarpið fær framíhjárættindi framum seksuellari samveru. Massasja er ein tann besti mátin at vera saman í parlagnum, sigur Joan Ørtin, sexologur. Erotisk massajsa tendrar upp aftur, hóast tað kann tykjast, at tú ert hálvgum deyð í neðra.
Massajsa er ikki ein innbjóðing til sex á sama hátt sum fríggj ella eina hond millum beinini ? hóast alt endar hesin leikurin ofta júst við tí. Massajsa snýr seg um nærveru og at geva kroppinum gætur, skrivar eb.dk.
Har eru ongar væntanir, tá tað snýr seg um massasju. Tú noyðist ikki at hugsa um, at nú noyðist tú at vera tendrað, ella nú noyðist hann sjálvur at reisa seg upp. Alt snýr eg sum nærveru, sigur Joan Ørting, sexologur.
Soleiðis gert tú:
Anette Juhl er massasjuviðgerari og hon veit eina rúgvu um massasjutøkni.
Umhvørvi
Rúmið eigur at vera innbjóðandi. Eitt nú kanst tú seta blómur inn í rúmið, tendra stearinljós og hava friðarligan tónleik frá. Tónleikurin hevur eina stóra ávirkan á, hvussu hvílandi vit eru, tá vit fáa massasju. Handklæði, oljur, fjaðrar, turriklæði, fruktir og vatn eiga at standa klár.
Bað
Farið bæði undir brúsuna ella í baðikarið saman, so tit eru rein og lekkur. Sig frammanundan hvørji støð, hin parturin ikki eigur at nema við, um ein ikki ynskir tað.
Eygnasamband
Sitið tætt saman og haldi hendurnar á hvørjum øðrum. Hav eygnasamband, meðan tit lurta eftir tónleikinum. Anda djúpt inn og út, meðan tit skapa samband við hvønn annan. Tann,ið skal fáa massasjuna skal leggja seg niður við høvdinum ímóti madrassuni ella teppinum.
les meira á: massajsa, ein nærvera