Nem teg fram til góða samveru

Massajsa er eitt tað besta, eitt par kann gera saman - helst tá nærleikin er farin, sigur Joan Ørtin, sexologur við Ekstrabladet.

Soleiðis gert tú (framhald: Massajsa ? ein nærleiki):

Anette Juhl er massasjuviðgerari og hon veit eina rúgvu um massasjutøkni.

 

Fjaðrar

Nýt fjaðrar, fjaðrabustir, skinn, puddurbustir, silkiturriklæði, perluketur ella tað tit nú einaferð kundu hugsað tykkum hava glíðandi eftir kroppinum. Ein kann tildømis lata eitt teirra glíða niður millum reyvabollarnar, millum bibburnar, fingrarnar ella aftan oyruni. At trekkja seg sjálvan eftir kroppinum á partnarinum og lata hárið glíða eftir rygginum, kunnu eisini vera góð hugskot. Nýt hugflogið!

 

Kossar

Mussa uttan tungu eftir øllum kroppinum. Fingrar og tær kann ein mussa, sleikja og súgva. Har, hár eru, kann ein bíta eitt sindur í við varrunum.

 

Olja

Tak oljuna fram og lat hana glíða millum hendur tínar niður á kroppin. Massera har tú hevur hug at fara. Tað kann vera, at reyvabollarnir skulu hava serligan gætur. Ger tað, ið kennist væl hjá tykkum báðum. Tað, sum er mest týdningarmikið, er at vera hjástødd og kenna, hvat partnarin dámar.

 

Til endans

Tá massajsan er liðug (og tað sum møguliga er hent aftaná), kunnu tit liggja saman og tosa um, hvat var gott, hvat var óstespiligt, og hvat var eggjandi.