Nelson Mandela viknaður av lungnabruna

Tað er nú greitt, at gamli suðurafrikanski forsetin, Nelson Mandela hevur lungnabruna og tað var orsøkin til, at hann mátti leggjast inn á sjúkrahús um vikuskiftið.

Fleiri útlendskir miðlar endurgeva suðurafrikanski forsetin, Jacob Zuma, fyri atr siga við tíðindastovuna, Reuters, at hetta er ein bruni, Nelson Mandela hevur havt áður, men sum ný er kyknaður upp aftur.

Hann sigur, at læknarnir eru lidnir við kanningarnar og at Nelson Mandela er settur í viðgerð og at tað gongur, sum ætlað, stendur í eini fráboðan frá forsetanum.

Hinvegin er óvist, nær hann sleppur heim aftur av sjúkrahúsinum.

Fleiri miðlar endurgeva Graca Machel, konu Mandela fyri at siga við sjónvarp í Suðurafrika, at tað er hart at síggja mannin eldast.

Tað sæst, at andin og neistin fánað, men hon staðfestir, at soleiðis er lívsins gongd, sigur hon.

Ein abbadóttir Nelson Mandela sigur, at hann hevur góðtikið hetta er ein partur av lívinum og tí at eldast.

Nelson Mandela er 94 ára gamalur og hann var fyrsti, litti forseti í Suðurafrika, Hann varð forseti í 1994 og legði frá sær í 1999 og hann er serliga gitin fyri stríðið ímóti apartheid stýrinum í Suðurafrika og fyri tað fekk hann friðarvirðislønina hjá Nobel í 1993.