Nelson Mandela takkar dønum

Danmark var eitt tað fyrsta landið í heiminum, sum av álvara gav stríðnum hjá teimum littu í Suðurafrika móti hvíta minnilutastýrinum ans, og eigur Danmark ein týðandi leiklut gongdini í Suðurafrika, sum jú endaði við, at landið fekk eina stjórn umboðandi bæði litt og hvít, og har lívsfangin Nelson Mandela gjørdist forseti.

Jan Müller úr Keypmannahavn


Tað var við hesum í huga, at Nelson Mandela mánadagin vitjaði danska høvuðsstaðin. Hóast tað var kalt marsverður, so var Mandela vælhýrdur og smílandi, tá hann kom til Kastrup úr finska høvuðsstaðnum mánadagin.

Á eini samkomu mánakvøldið fyri Mandela og konuni Grace Marcel og 130 gestum teirra millum Anfinn Kallsberg, løgmanni og frú takkaði tann 80 ára gamli Mandela dønum fyri tann so týðandi og trúgva stuðulin øll tey árini, ANC hevði mest brúk fyri honum.

- Tit eiga ein týðandi leiklut í úrslitinum av tí frælsisstríði, sum hevur verið ført móti tí mannafíggindaliga apartheidskipanini, og tit hava ongantíð sáað nakran iva um rætt okkara til at velja, hvussu vit kundu fáa frælsi.

? Tit hava virt okkara avgerðir, og tað eiga tit tøkk fyri.

Suðurafrikanski forsetin segði, at tað hevur eisini stóran týdning fyri framtíðina hjá suðurafrikonsku tjóðini, at lond sum Danmark hava knýtt tøtt vinar- og samvinnubond við Suðurafrika, sum hevur brúk fyri at mennast bæði so og so. Hann takkaði fyri donsku hjálpina, sum hevði gjørt mong børn í Suðurafrika før fyri at bæði lesa og skriva.

Eisini takkaði hann Danmark fyri hjálpina at seta á stovn kendu sannleikakommisiónina, ið hevði til uppgávu at geva ofrum undir apartheidskipanini uppreisn, at finna tey seku og annars leggja kortini á borðið - og at fáa fyrigeving. Tað var danski professarin Carl Aage Nørgaard, sum var ein av upphavsmonnunum til hesa kommisión.

Mandela vísti eisini á týdningin, sum samstarvið við Danmark og onnur Norðurlond hevði fyri framtíðina hjá Suðurafrika, sum kundi læra nógv av demokratisku siðvenjuni og teimum vælferðarskipanum, sum bygdar eru upp í hesum londum.