Nelly Sørensen 75

Sunnudagin 7. desember fylti Nelly Sørensen í Havn 75 ár.

Nelly er fødd og uppvaksin í Nólsoy, foreldirni vóru Suffía og Niels í Liða. Nelly var yngst av fimm systkjum, fýra brøður vóru eldri.

Sum ung fór hon til Havnar undir krígnum, helst í 1942 og starvaðist á Telefonstøðini.

Í Havn hitti hon Otto Sørensen úr Porkeri, sum kom til Havnar í 1944 og lærdi til krambarkall í Skipshandlinum. Tey giftust í 1950 og settu búgv í Leivsgøtu 13 í Havn, har tey hava búð síðan.

Tey fingu trý børn: Nils í 1952, Sunnvu í 1956 og Katrin í 1963.

Nelly hevur í nógv ár verið virkin í samkomuni í Ebenezer, serliga tá ið tað snýr um ábyrgdina av matgerðini í sambandi við veitslur, føðingardagar, brúdleyp og ervir. Hon er rólig og hevur gott yvirblikk, um matgerast skal fyri fleiri hundað fólkum.

Á Zarepta hevur hon øll árini staðið fyri matgerðini á leguni fyri tey menningartarnaðu. Tað sigur nakað um hennara sosiala engagement og umsorganina fyri teim veiku í samfelagnum. Hon vísir eisini sína styrki, tá sorgin bankar á dyrnar, bæði við troyst og praktiskari hjálp.

Nelly var heimaarbeiðandi meðan børnini vóru smá. Tá tey vóru vaksin fekk hon starv í Skipshandlinum hjá Talu og Jógvan á Dul og seinni P/F Vónini. Hon var í 25 ár í Skipshandlinum, til hon gavst, 70 ára gomul.

Nelly og Otto eiga seks ommu- og abbabørn.