Nelly er ættað úr Fuglafirði, dóttir Jóhannu - og Niels Midjord av Høvdanum.
Piddi er sonur Kathrinu og Oliver Olsen úr Heiðunum. Langabbi Pidda var fyrsti niðursetumaður í Saltangará.
Nelly og Piddi hava havt handilin "Heiðabúðina," sum Piddi tók yvir eftir pápa sín. Hesin handil hevur verið í slektini líka síðan einahandilin var avtikin, og er hann sosatt ein av elstu handlunum í landinum.
Sum ungur var Piddi til skips, og eftir tað fekk hann sær bil ið hann nýtti til hýruvognskoyring, harafturat var hann tann fyrsti koyrilærarin her á leið.
Nelly hevur sum ung verið í nógvum heimum sum arbeiðisgenta, og eitt skifti var hon á bakarínum Tip Top í Fuglafirði.
Nelly og Piddi eiga fýra børn og nýggju ommu- og abbabørn.