Nelly Furtado heldur fast

Í 15 teimum bestu heldur Nelly Furtado fast um 1. plássið. Enn eru trý føroysk nøvn á listanum, men um tey verða trý í annaðkvøld, er kanska ivasamt.

Minst tvey løg detta úr listanum í annaðkvøld. Bæði Justin Timberlake og My Chemical Romance hava verið á listanum í 10 vikur, og sambært galdandi reglum, fella tey av listanum. Men hóast hetta, hevur Justin Timberlake eitt annað lag inni á listanum, so vælumtókti amerikumaðurin verður helst eisini umboðaður á komandi lista. Av teimum løgum sum standa seg væl er m.a. lagið hjá Nephew, sum er lopið frá 5. plássið uppá 3. pláss.

 

Um vit hyggja eftir teimum føroysku nøvnunum er at siga, at Teitur liggur ovastur. ?Don´t want you to wake up? liggur í stað á 6. plássið. The Dreams liggja á 7. plássið við ?Babu?, og teir hava klatra tvey pláss upp frá einum 9. plássið. Á 15 plássið liggur lagið ?Bangin? hjá Villmonnum. Lagið var eykalag í síðstu viku, og megnaði akkurát at smoyggja seg inn í hitan. Tó stendur ein áheitan at lesa á heimasíðuni hjá 15 teimum bestu, um at tað onki nyttar at atkvøða fleiri 100 ferðir uppá bólkin frá einari teldu. Sostatt er tað onkur sannførdur Villmannafjeppari, sum hevur gjørt sítt til at fáa bólkin inn á listan.

 

Flemming Petersen hevur tað einasta føroyska eykalagið. Tað er vælsvingandi lagið ?Knúsandi Løgur?.

Listin kann síggjast á www.uf.fo/15bestu