Besta mansliðið hjá Neistanum verður annað liðið í steypafinaluni í ár.
Neistin var annars aftan fyri 18-16 í hálvleikinum, men greipuvinnararnir settu ferð á eftir hvíldina.
Bjarti Hansen, VÍF, og David Edvardsen, Neistin, vóru toppskjúttar við 11 málum hvør.
Neistin vann fyrru hálvfinaluna 31-20 og vann samanlangt 71-57.