Neistin yvirhálaði

Neistin-VB 24-23 (10-12)

Neistin helt ondini seinastu longu løtuna á Hálsi í dag.

Alt líktist annars einum tryggum sigri, eftir at Neistin miðskeiðis í seinna hálvleiki togaði seg trý mál framum VB, men móti dystarenda mundi gingið heilt galið.

NEstin skoraði ikki seinastu sjey minuttirnar, men tær hildu tó VB niðri á tveimum málum hesum løtuna. Eitt nú takkað verið einum misnýttum brotskasti frá Daivu.

Við sigrinum hevur Neistin nú fyrimunin í dystinum um at røkka FM-finaluni. Vinnur Neistin á Kyndli komandi sunnudag, eru tær nevnliga tryggjaðar pláss í finaluni. Hinvegin hevur Neistin tapt seinastu tríggjar dystirnar móti Kyndli, so talan verður um alt annað enn lætta uppgávu.

 

Besti málskjúttin hjá Neistanum í dag var Nicoleta R. Hansen við 7 málum. Daiva Toumaite skoraði 15 ferðir fyri VB.