Ein dystur verður í Elektron-deildini hjá kvinnum í dag. Upprunaliga skuldi talan verða um tveir dystir, men dysturin í Skála milum StÍF og Kyndil er útsettur, skrivar Hondbóltssambandið á síni heimasíðu.
Í Vestmanna hevur VÍF havt sera góðan byrð í ár, og saman við Kyndli liggja tær gulu á odda í Elektron-deildini. Og við einum sigri í dag kunnu tær skræða seg mest sum leysar í oddinum.
Gestirnir hesa ferð eru meistararnir úr Neistanum. Tær bláu høvdu heldur ilt við at fáa glið á spælið í ár, men seinastu dystirnir hevur riggað betur, og tær eru nú bara tvey stig aftan fyri oddaliðini, hóast tær hava spælt ein dyst færri.
Tí bendir alt á ein sera spennandi dyst, sum væl kann vísa seg at verða avgerandi brikkurin, tá stigini verða tald upp í apríl mánaði. Fyrr í ár vann Neistin 28-26, tá tær áttu heimavøll móti VÍF. Dysturin í Vestmanna byrjar klokkan 14.30.