Seinastu umførini hevur Neistin av álvara etið seg móti VB og Tjaldrinum, sum annars hava kappast um pláss í FM-finaluni, har Stjørnan longu tykist hava bílagt sær atgongumerki.
Í løtuni er Neistin bert eitt stig aftan fyri VB og Tjaldur, og tí kunnu tær veruliga leggja seg í kappingina, um tær fáa stig við sær úr Runavík í dag.
Tjaldur hevur hinvegin ein dyst til góðar, og tí kunnu tær veruliga seta Neistan av, um tær syrgja fyri, at stigini ikki fara nakran veg.
Tveir aðrir dystir eru eisini í dag. Í Vági tekur VB móti StÍF, og í Havn vitjar Stjørnan hjá Kyndli.
Dysturin í Havn byrjar klokkan 14.30, meðan hinir báðir dystirnir verða spældir klokkan 15.