Neistin vil avgera tað í dag

Eftir nógvar tættar og spennandi dystir ímóti Stjørnuni, megnaði Neistin í fyrstu finaluni veruliga at gera av við Stjørnuna og var eina løtu á odda við níggju málum.

- Vit vóru ógviliga klárar og tendraðar. Vit koyrdu okkara spæl og høvdu eina øgiliga góða verju, vísir stríðskvinnan Jacklin Durhuus á.

- Vit ætla at vera eins klárar leygardagin og vit ætla at tað skal verða liðugt henda dagin. Vit hava sama upplegg sum mikukvøldið, sigur hon.

Hon ynskir ikki eina triðju og avgerandi finalu.

- Vit ætla at avgera tað leygardagin, og riggar tað ikki, so gera vit tað sunnudagin. Men nei, vit ætla okkum at avgera tað leygardagin, sigur ein avgjørd Jacklin Durhuus at enda.

 

Simona: - Mugu ikki misnýta

Ein av landsins bestu leikarum, landsliðsleikarin Simona Petersen, varð hildin í stuttum tjóðri av Neista-verjuni í fyrstu finaluni.

- Vit vóru ov seinar í gongd og Neistin var bara betri handan dystin. Vit hava trupulleikar við at verja og skora næstan ikki í 20 minuttir, tað er ikki góðkent, sigur hon.

Hon og liðfelagarnir fara nú at gera alt fyri at fáa eina triðju og avgerandi finalu í Havn, og tað væntar hon fer at bera til.

- Vit trúgva framvegis uppá tað. Nú hava vit heimavøll, og tað hjálpir. Fyrst og fremst taka vit verjuna, men í hinum endanum mugu vit ikki missa 100% møguleikar, tað ber bara ikki til í einari finalu, sigur Simona Dziugyte Petersen.

 

Onnur FM-finalan hjá kvinnum ímillum Stjørnuna og Neistan verður spæld í Klaksvík í dag kl.15.