Hondbóltur
Eftir at hava spælt javnt móti bæði Tjaldri og Stjørnuni skuldu Neista-kvinnurnar í gjár prógva, at tær veruliga hava tað, sum skal til, fyri at bjóða VB og Stjørnuni av í oddastríðnum í føroyskum kvinnuhondbólti.
Men tann royndin miseydnaðist so ruddiliga í gjár. VB er vanliga sterkt á heimavølli, og sunnudagurin var so absolutt einki undantak í so máta.
Pent sagt, so vórðu tær bláu nevnliga blástar av vøllinum fyri steðgin. At VB nú aftur hevur Aukse Vysniaskaite á liðnum, ger breiddina í spælinum væl størri, og samstundis eru fleiri av lokalu spælarunum mentar nógv seinastu árini. Og tá tær hjá Neistanum so samstundis høvdu fingið skeiva beinið úr seingini, var mest sum als ikki einki at gera.
Við 20-6 í hálvleiksleiðslu hjá heimaliðnum gjørdist talan ongan tíð um nakran serliga intensan seinna hálvleik. Neistin fylgdi nú væl betur við á vøllinum, men risa munin upp til mótstøðuna fingu tær einki gjørt við.
Og tað er heldur ikki líkt til, at Neistin eftir hendan lúsingin fær gjørt nakað við tey ovaru liðini á talvuni. Hóast kappingin enn ikki er komin í helvt, so verður tað at kalla ógjørligt hjá teimum bláu at toga seg seks stig móti Stjørnuni, sum saman við VB longu nú tykist til reiðar at spæla FM-finalu.
Fakta um dystin
VB-Neistin 33-18 (20-6)
10 min: 5-2
20 min: 12-4
40 min: 24-7
50 min: 29-11
Málskjúttar
VB: Aukse Vysniaskaite 9(3), Laila Jespersen 8, Daiva Toumaite 4, Gurið Mortensen 3, Rannvá Johannesen 2, Bára Mortensen 2, Theresa Joensen 2, Sára Samuelsen 1, Monika Samuelsen 1(1), Una Egilsdóttir 1
Neistin: Nicoleta Radu Hansen 6(2), Stine Mikkelsen 3, Anja Heinadóttir 3, Trine Mayland 2(1), Annika Ljósstein 2, Unn Kragesteen 2
Brotskøst: VB 4, Neistin 7
Útvísingar: VB 1, Neistin 1
Dómarar: Thomas Jul & Julian Johansen