Ein dystur hevur verið í Atlantic Airways-deildini í kvøld, har Neistin fekk vitjan av KÍF. Undan dystinum var KÍF trý stig frammanfyri Neistan, sum við einum sigri kundi fáa betri samband við miðfeltið í deildini.
Tað vóru gestirnir úr KÍF, sum fingu bestu byrjanina og skjótt komu á odda 1-3. Neistin javnaði tó aftur og gongdin í fyrra hálvleiki var sum heild sera jøvn. Tó fekk Neistin munin stutt fyri hálvleik og var á odda 16-14 í hálvleikssteðginum.
Tað eydnaðist KÍF bæði at javna og at leggja seg á odda við einum máli í seinna hálvleiki, men ímóti dystarenda koppaði tað til heimaliðið. Andrass Joensen gjørdist sigursharri hjá Neistanum, tá ið hann við avgerandi málinum tryggjaði Neistanum ein 29-28-sigur.
Toppskjútti hjá Neistanum var Rói B. Hansen við níggju málum, meðan Ási Dam var besti málskjútti hjá KÍF við sjey málum.
Neistin er framvegis á 5. plássi, men nú hava teir 14 stig og aftur samband við miðfeltið í deildini. KÍF er á 4. plássi við 15 stigum.