Mennirnir hjá Neistanum vunnu ein tryggan heimasigur á Team Klaksvík í Atlantic Airwaysdeildini í dag.
Neistin vann 31-21 á Team Klaksvík í høllini á Hálsi. Støðan í steðginum varð 14-10 til Neistan. Team Klaksvík var hampuliga væl við ta fyrstu løtuna, men so líðindi øktist munurin millum liðini.
Í morgin verða tveir dystir spældir í Atlantic Airwaysdeildini. Báðir dystirnir byrja klokkan 16.
H71 tekur ímóti KÍF, og Kyndil tekur ímóti StÍF.
Støðan :
1 KÍF 14 417-319 +98 23 stig
2 H71 14 391-349 +42 18 stig
---------------------------------------------
3 VÍF 14 380-345 +35 17 stig
4 StÍF 14 352-315 +37 15
5 Kyndil 14 356 350 +6 15
6 Neistin 14 332 350 -18 10
7 Team Klaksvík 14 263 463 -200 0