Neistin vann 24-21 móti VÍF, í einum sera spenandi og tøttum dysti í høllini á Hálsi.
Hóast VÍF vóru á odda við 13-11 í hálvleikinum, fingu Neistamenn rakt taktiska uppleggið beint á høvdið, tí eftir steðgin fingu teir eina væla byrjan, og fingu javnað, nærum alt fyri eitt.
Eftir góðar tíggju minuttir av øðrum hálvleiki, fekk Neistin eisini lagt seg á odda, og tað støðuna lótu teir ikki sleppa aftur, og hildu munin alla restina av dystinum.
Tá tríggir minuttir írestaðu, tóku VÍF time-out, men tað riggaði als ikki, sum teir óivað høvdu ætla, tí frá at vera bert eitt mál aftanfyri, fullu teir alt fyri eitt trý mál afturum, samstundis sum teir fingu eina útvísing afturat, heilt móti endanum.
Besti málskjútti hjá Neistanum í dag, vóru Karl Herup Olsen og Ingi Olsen við fimm málum hvør, meðan Agnar Joensen skoraði sjey mál fyri gestirnar úr VÍF.










