Neistin vann tætta uppgerð

StÍF argaði nógv, men tað eydnaðist oddaliðnum at vinna útidystin á Skála

Neistakvinnur vitjaðu í dag hjá StÍF, sum á heimavølli hevur vunnið móti bæði VB og VÍF.

 

Tí skuldu tær á oddaliðnum ikki rokna við nakrari lættari uppgávu, og tað fingu tær heldur ikki.

 

Fyrra hálvleik var mest sum eingin munur millum liðini, og tá Neistin tíðliga í seinna hálvleiki togaði seg avstað, vóru tær á heimaliðnum skjótar at svara aftur.

 

Seinastu 10 minuttirnar bragdaði tó loksins hjá gestunum. Tær vunnu seg trý mál framum, og so bar ikki til hjá StÍF at svara aftur.

 

Birita Wardum og Jacklin Durhuus skutu 5 mál hvør fyri Neistan, og tað tað sama gjørdi Irena Dam hjá StÍF.

 

Í Vági var Stjørnan á vitjan, og her vann heimaliðið tryggan sigur. Seinna korterið av fyrra hálvleiki streyk VB avstað, og so høvdu tær ongar trupulleikar av at halda fast um og økja um leiðsluna.

 

Besti málskjútti hjá VB var Helga E. Kjærbo, sum skeyt 12 mál. Ella Petersen skeyt 6 mál fyri Stjørnuna.

 

Úrslitini í dag

StÍF-Neistin 22-24 (14-14)

VB-Stjørnan 36-25 (19-12)

 

Í gjár

Søljan-VÍF 8-43

 

Støðan, nú Neistin hevur spælt 12 dystir, meðan hini liðini hava spælt 11 dystir, er hendan:

Neistin 19 stig

Kyndil 16

VB 15

VÍF 14

StÍF 10

Stjørnan 4

Søljan 0