Neistin vann slagið um Havnina

Neistin gav meistarunum úr Kyndli ein dyggan undir vangan, tá liðini møttust í fyrsta slagnum um Havnina í ár. Neistin vann við ikki færri enn 13 málum, og fyri aðru ferð í ár av líka nógvu møguligum máttu meistararnir taka til takkar við einum stórtapi

Kyndil – Neistin 21-34 (8-18)


Eingin ivi er um, at Kyndil hevur havt munin á Neistanum í bestu mansdeildini hjá monnum í hondbólti. Teir grønu hava tilsamans vunnið 30 meistaraheiti, meðan teir bláu úr Neistanum hava vunnið fimm. Seinastu árini hevur Kyndil eisini aloftast havt munin á Neistanum, men sjálvt um teir grønu hava fingið tey betru úrslitini, so hava innanhýsis dystirnir ofta verið bæði spennandi og dramatiskir.

Um vikuskiftið var so fyrsti dysturin á árinum millum tey bæði havnarfeløgini á skránni, tá Neistin hevði heimavøll ímóti Kyndli í høllini á Hálsi. Og fyri einaferð skyld var tað Neistin, sum lá framman fyri Kyndil á stigatalvuni undan dystinum. Undan dystinum var eisini greitt, at Kyndil mátti vera týdningarmikla strikuspælaran, Janus Einar Sørensen, fyri uttan, eftir at hann fekk beinleiðis reytt kort ímóti strandingum síðsta vikuskiftið.


15 gyltir minuttir

Sum so ofta fyrr, so byrjaði dysturin rættiliga javnt í millum hesi bæði liðini. Neistin legði seg á odda við tveimum málum beinanvegin, men tað gekk ikki long tíð, fyrrenn Kyndil var komin upp aftur á javnleik.

Eftir hetta skiftust liðini um at skora, og tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin, førdi Neistin 6-5, og hetta sá rættiliga út til at skula blíva enn ein spenanndi dystur millum Kyndil og Neistin.

Men síðsta korterið av fyrra hálvleiki skuldi als ikki blíva líka spennandi sum tað fyrsta. Tí nú blev brádliga stórur munur á liðunum. Neistin fekk sera gott tak á Kyndli í verjupartinum, meðan álopið skoraði mest sum hvørja ferð, so nú gjørdist munurin sera stórur a liðunum.

Síðsta korterið fekk Neistin bóltin heili 12 ferðir í málið hjá Kyndli, meðan Kyndil bert skoraði tríggjar ferðir, so tá liðini fóru til hálvleiks, førdi Neistin heili 18-8, og dysturin var í roynd og veru avgjørdur.

Tað sá rættiliga út til, at føroyameistararnir vóru á veg ímóti enn einum stórtapi í næsta dystinum í nýggja kappingarárinum.


Neistin helt fram við góða spælinum

Eftir steðgin vóru helst fleiri í høllini á Hálsi, sum væntaðu, at Neistin fór at traðka eitt sindur á bremsuna, men soleiðis var als ikki.

Ikki tí, fyrstu løtuna av seinna hálvleiki gekk aftur javnt á millum liðini, og Kyndil tóktist hava fingið eitt sindur betri tak á bæði verju- og álopsparti. Men spakuliga byrjaði Neistin aftur at økja um munin, og tað var eingin sum helst ivi um, hvat var betra liðið í hesum dystinum.

Um miðjan hálvleikin hevði Neistin aftur tikið seg so nógv fram, at munurin var heili 14 mál, og alt bendi á, at Kyndil fór at fáa eitt rættiliga skrædl henda dagin. Spælararnir hjá Neistanum spældu avbera væl, og um hetta verður støðið, teir fara at leggja fyri kappingina, so verða bláu havnarmenninir ivaleyst ringir at steðga.

Síðsta partin av dystinum tóktist spælið javna eitt sindur út. Kyndil fekk nøkur mál upp í slag, sum gjørdu, at munurin aftur fór niður á 11 mál, og so skiftust liðini um at skjóta mál.

Endin var, at Neistin vann dystin heili 34-21, og við sigrinum eru teir enn ósigraðir í Atlantic Airways-kappingini hjá monnum.


Enn eitt beinleiðis reytt kort

Hjá meistarunum úr Kyndli sær hinvegin ikki so gott út. Teir hava, sum øll hini liðini, spælt tveir dystir í nýggja kappingarárinum, og um vikuskiftið taptu teir fyri aðru ferð við 10 málum ella fleiri. Hetta er sjálvandi ikki nøktandi hjá meistarunum, men tað er helst eingin ivi um, at Kyndil nokk skal koma seg.

Men ikki nokk við at Kyndil hevur tapt fyrstu tveir dystirnar. Teir eru eisini illa raktir av leikbannum í ár. Síðsta vikuskiftið fekk Janus Einar Sørensen beinleiðis reytt kort, og tí var hann sjálvsagt ikki við í dystinum ímóti Neistanum leygardagin. Leygardagin misti Kyndil so enn einaferð ein av lyklaleikarunum miskeiðis í seinna hálvleiki. Reða kortið, sum Hans Áki Dal Christiansen fekk eftir ein nærdyst við Karl Oddmar Rasmussen, hevði tó ongan ávirkan á úrslitið, tí tá hann fekk kortið, førdi Neistin longu við 13 málum.

Reyða kortið kemur tó at hava ávirkan víðari í kappingini, tí í dystinum hjá Kyndli ímóti VÍF næsta sunnudag, má felagið vera Hans Áka fyri uttan, og hetta er sjálvsagt ein stórur missur hjá meistarunum.

Eftir dystin kann so at enda bert staðfestast, at Neistin við sigrinum ehvur lagt seg á odda í Atlantic Airways-kappingini saman við H71, meðan Kyndil er at finna á aftasta plássi við ongum stigi.