StÍF-Neistin 28-32 (15-18)
Dysturin hevði sum so lítið uppá seg, tí tað var longu greitt, at júst somu lið í næstum skulu spæla FM-finalur.
Tí vóru manningarnar til tíðir nakað alternativar, men tað forðaði so ikki Neistanum í at halda fast um leiðsluna, sum teir vunnu sær seinna partin av fyrra hálveiki.
Besti málskjútti hjá Neistanum var Dann Thorleifsson, sum skoraði 10 feðir. Danni Syhler og David Edvardsen skoraðu 6 mál í part fyri StÍF.