Neistin vann lættan sigur á VB

Tað var uttan dramatikk og spenning at, Neistin vann á VB í dag. Úrslitið gjørdist 33-24 til heimaliðið.

 

Talan var um eina frumframsýning av steypafinaluni hjá kvinnum, tá Neistin í dagh hevði vitjan av VB á høllini á Hálsi. Tað gekk javnt á eina løtu í fyrra hálvleiki, men Neistin hevði allatíð takið á dystinum.

 

Tað sást aftur á VB liðnum, at tær so seint sum í gjár spældu seinnu hálvfinaluna í steypakappingini. Fleiri spælarar fingu møguleikan, og av tí saman tóktist Neistin heldur ikki spæla við fullari ferð. Serlga í seinna hálvleiki var ferðin lág og feilirnir nógvir.

 

Neistin hevur framvegis fult stigatal eftir 12 umfør, meðan VB hevur átta stig á triðja plássi.

 

Neistin – VB 33-24

Málskjúttar koma seinni

Fremsta deild kvinnur:

 

1. Neistin 22

2. Kyndil 16

3. VB 8

4. VÍF/Tjaldur 8

5. Stjørnan 7

6. StÍF 7