Neistin vann lættan sigur

Tað var uttan dramatikk og spenning at, Neistin vann á VB í gjár. Úrslitið gjørdist 33-24 til heimaliðið.

Talan var um eina frumframsýning av steypafinaluni hjá kvinnum, tá Neistin hevði vitjan av VB á høllini á Hálsi. Tað gekk javnt á eina løtu í fyrra hálvleiki, men Neistin hevði allatíð takið á dystinum.

Tað sást aftur á VB liðnum, at tær so seint sum í gjár spældu seinnu hálvfinaluna í steypakappingini. Fleiri spælarar fingu møguleikan, og av tí saman tóktist Neistin heldur ikki spæla við fullari ferð. Serlga í seinna hálvleiki var ferðin lág og feilirnir nógvir.

Neistin hevur framvegis fult stigatal eftir 12 umfør, meðan VB hevur átta stig á triðja plássi.

Neistin – VB 33-24 (16-13)
Neistin: Barbara Brauer 10, Jacklin Durhuus 8, Nicoleta Hansen 5, Bára Hansen 4, Birita Jacobsen 2, Eir Berg 2, Marjun F. Danberg
VB: Una Nolsøe 5, Tamara Radic 5, Gurið Mortensen 3, Marijana Trbojevic 3, Laila Jespersen 3, Christina Holm 2, Rannva Johannesen 1, Birita H. Olsen 1