Neistin vann óvæntað 29-25 á FM finalistunum úr Hoyvík. Tað var leingi javnt, men Neistin mundi hava yvirtakið tað mesta av dystinum. Fyri Neistan gekk Jugoslav Djumic á odda við málskjótingini. Hann skoraði seks mál, meðan Teitur Magnusson skoraði fimm.
Fyri favorittarnar úr Hoyvík skoraði Bogi G. Davidsen og Hallur Biskopstø átta í part, meðan Bogdan Florea skoraði seks. Síðani var langt niður til tann næsta, sum var Sigmundur Nolsø. Hann fekk tvey mál.
Atlantic Airways deildin:
H71 - Neistin 25-29 (14-15)
H71: Bogi G. Davidsen 8, Hallur Biskopstø 8, Bogdan Florea 6, Sigmundir Nolsø 2, Birgir Poulsen 1
Neistin: Jugoslav Djumic 6, Teitur Magnusson 5, Teis Horn 4, Hjalti í Jákupsstovu 4, Herbjørn Lava 3, Rói Hansen 3, Kristian Dulavík 2, Terji Mørk 2