Kvinnurnar hjá Neistanum vunnu ein greiðan sigur, tá ið tær týskvøldið leiktu grannauppgerð móti Kyndil á Hálsi. Úrslitið var ein tryggur 31-17 sigur, eftir at Neistin í hálvleikinum var á odda 11-7.
Kyndil fylgdi væl við rættuliga leingi, og bert eitt korter fyri leiklok vóru einans trý mál á muni. Men seinasta korterið gjørdi Neistin bart og skoraði ikki færri enn 13 ferðir, meðan Kyndil einans fekk mál tvær ferðir hesa løtuna.
Neistin-Kyndil 31-17(11-7)
Neistin: Simona Petersen 10, Annika Thomsen 8(1), Lív Sørensen 6, Marjun Tróndarson 4(1), Ása á Neystabø 2, Kára á Dunga 1
Kyndil: Ann-Mari Wang 8(4), Súsanna Petersen 3, Randi Wardum 3(1), Hildur Høghamar 2, Linda Weihe 1
Útvísingar: Kyndil 2
Dómarar: Hartvig Joensen og Poli Hansen
Áskoðarar: 25