Neistin vann á Team Klaksvík

Neistin vann í kvøld ein tryggan sigur á heimavølli móti Team Klaksvík

Ein dystur í bestu mansdeildini hevur í kvøld verið í høllini á Hálsi.

 

Dysturin var millum Neistan og Team Klaksvík, og endaliga úrslitið var, at Neistamenn vunnu ein greiðan sigur móti klaksvíkingum.

 

Endaliga úrslitið gjørdist 32-23, eftir at Neistin í hálvleikinum hevði verið á odda 16-8.

 

Fyri Neistan vóru John í Innistovu og Tommy Fletcher deildir toppskjúttar. Teir fingu báðir 9 mál.

 

Fyri Team Klaksvík gjørdist Dusko Petrusic toppskjútti. Hann fekk 7 mál.