Stjørnan kom fult so væl frá byrjan í stórsteypadystinum, men samanumtikið var fyrri hálvleikur javnur. Mitt í hálvleikinum hevði Neistin hug at fara eitt mál framum og eina løtu trý mál, men so javnaði spælið seg aftur, og hóast Neistin var á odda við einum máli fyri steðgin, sá hetta út til at kunna gerast javnt allan vegin.
Men tað gjørdi tað ikki, tí beint eftir steðgin setti Neistin seg ordiliga á dystin, tá tær bláu beinanvegin øktu leiðsluna við fýra málum, so tað bleiv 19-14. Stjørnan var bara um reppið at svara aftur, men megnaði einki at gera, tá Neistin so setti sínar yngru spælarar inn, tí tað bleiv besta løtan hjá Neistanum í dystinum við góðum spæli, ið heldur tunga Stjørnu-liðið ikki fekk fatur á.
– Spælið fleyt ordiliga hjá ungu Neista-manningini og har var góð ferð á eisini, so tað var imponerandi at síggja. Men eg haldi eisini, at tað var stuttligt, at báðir venjararnir tordu at geva sínum ungu spælarum møguleikan, segði landsliðsvenjarin hjá kvinnum, Claus Rasmussen, eftir stórsteypadystin millum Neistan og Stjørnuna.
– Neistin hevur eitt sterkt lið, men tú skalt ongantíð avskriva Stjørnuna, tí hon skal nokk koma. Hetta var eisini ein av hesum fyrstu dystunum, har nógvir bóltar verða mistir og fleiri skeivar sendingar eru, so nógv kann broytast enn.
Vilja hava trý steyp
Í øllum førum staðfesti dysturin í Hoyvíkshøllini leygardagin, at Neistin er væl fyri, men tað kann snýta eitt sindur, tí seinnu árini hava vit so ofta sæð, at Stjørnan fyrr ella seinni kemur fyri seg.
– Hetta var ikki tað, vit ætlaðu, tí vit ætlaðu at vinna dystin. Vit tóku hetta sum ein venjingardyst, men eitt tap er ongantíð nøktandi, segði Durita Christophersen, ið gjørdist toppskjútti hjá Stjørnuni leygardagin.
– Tær í Neistanum eru altíð góðar og vístu eisini í dag, at tær eru grótharðar, men tað verða vit so sanniliga eisini næstu ferð. Vit hava nógvar nýggjar spælarar, og tað tekur sína tíð at spæla liðið saman, so vit eru ikki bangnar fyri, at vit koma at liggja aftan fyri nakran.
Hesa ferð gjørdist tó einki, og sigurin hjá Neistanum, ið var upp á heili 12 mál, var full uppiborin og kundi eins væl verið størri. Men av tí at tað ikki hava verið so nógvir venjingardystir í upptaktini til hetta kappingarárið, vóru tey í Neistanum fegin um, at tey fingu henda dystin nú.
– Tað var øgiliga gott at vinna í dag, tí hetta var tað, vit fóru eftir. Spælið hjá okkum var kanska eitt sindur trilvandi í fyrra hálvleiki, tí hetta var okkara fyrsti ordiligi venjingardystur, men tá vit høvdu følt okkum fram, fingu vit tað at koyra, segði Birita Wardum, liðskipari hjá Neistanum.
– Tær ungu eru góðar, og tað merkir einki fyri liðið, at vit skifta eitt sindur út, tí vit møta 30 til venjing hvørja ferð, so tað er nógv í at velja hjá venjaranum. Nú gleða vit okkum bara til at koma í gongd, og vit kunnu taka øll trý steypini í ár, so vit eisini taka meistaraheitið og steypakappingina, sum vit hvørki vunnu í fjør ella í fyrraárið. Hana ætla vit okkum at taka í ár.










