StÍF - Neistin 16-25 (10-15)
Neistakvinnur hava higartil í ár ikki heilt nærkast tí høga støðinum, ið hevur eyðmerkt felagið í mong ár.
Men okkurt bendir á, at Neistin gerst betri fyri hvønn dyst.
Í triða umfari í dag, gjørdist nevnliga talan um stóran sigur á StÍF, ið ikki skuldu undirmetast.
Tað gjørdu neistakvinnur heldur ikki. Neistin legði seg tíðliga á odda, og fór at draga frá so hvørt.
Í hálvleikinum var munurin 10-15, og dystarmyndin broyttist ikki stórvegis í seinna hálvleiki.
Endaligi úrslitið gjørdist 16-25, og neistakvinnur sendi boð um at tær ætla sær at spæla við í ársins kapping.
Málskjúttar hjá StÍF:
Poula Dulavík Berg 4, Emma Lerche 3, Rebekka Zachariassen 3, Durita Hummeland 2, Karina Berg Høgnesen 2, Erla Petersen 1, Ingibjørg Kass 1
Málsjúttar hjá Neistanum:
Fríða á Dunga 6, Drós Ragnarsdóttir 4, Rakul Magnussen 3, Stina Madsen 3, Ingunn K. Persson 3, Hjørdis Viðstein 2, Maria Dahl 2, Sólbjørt Høj 1, Anna Clementsen 1,